Vit eru í einum politiskum valári, og nú tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, hava vit bjóðað formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir.
Gesturin hesa ferð er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum. Hvørjir eru floksformenninir, hvaðani kemur politiski áhugin, og hví vilja teir valdið? Hvussu er tað politiska menniskjað?
Formaðurin fær eisini nakrar øðrvísi avbjóðingar, eins og tosað verður um politisku skránna upp undir valið.