Fýra floksformenn umboða samgongu og andstøðu, tá Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Framsókn, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum manna runda borðið.
Javnaðarflokkurin stendur seg ikki væl í nýggjastu veljarakanningini, og tað hevur eisini verið ein avbjóðing at fáa tingmanningina at standa saman. Vit skifta orð við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í tingbólki Javnaðarflokksins, um innanhýsis støðuna.