Er tað altíð nóg greitt, hvar munurin er millum journalistikk og marknaðarføring, verður spurt.
Og Rigmor Dam, løgtingskvinnan, vil hava javnstøðu inn í Public Service-sáttmálan.
Gestir: Heini Gaard, tíðindaleiðari í KvF, og Árni Gregersen, politiskur journalistur í Miðlahúsinum.
Prátað verður eisini við Maritu Debes Magnussen, sum saman við øðrum, hevur skrivað vísindagrein í viðurkent tíðarrit.
VIð tøknipultin: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig