Ynskið hjá formanninum í Miðflokkinum er at avtaka Kringvarpið og nú umsitur hann sama stovn.
Miðlafólk skifta orð um, hvønn leiklut miðlarnir høvdu í valstríðnum til løgtingsvalið. Var Kringvarpið ov stýrandi í vali av evnum, og hvar blivu veljararnir av. Og hvar blivu kvinnurnar av.
í Studio:
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum
Jóhann Lútzen, stjóri á Norðlýsinum
Brynhild Thomsen, journalstur, KVF
Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, KVF.
Við tøknipultin: Sámal Jákup Jakobsen
Lagt til rættis: Øssur Winthereig