Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið.
Í Sandavági liggur helst tann minsta redaksjónin á einum føroyskum miðli. Tað eru sethúsinum hjá Jóanisi Nielsen, sum síðani 2004 hevur havt portalin jn.fo. Ein tíðindaportalur, sum hevur funnið sínar egnu brúkarar - næstan 30.000 um vikuna. Nógv tilfar er skrivað í sethúsunum í Sandavági - skalt tú finna avreiðingar og fiskaprísir, so er tað jn.fo. Pressan vitjar í Sandavági.
Amerikanska sendikvinnan í Danmark - Carla Sands - var í altjóða miðlunum í gjár, tí hon herfyri hevði skrivað á Twitter, at hennara brævatkvøða til amerikanska forsetavalið ikki var tald við og tí ivaðist hon í um valið var rættvíst.
Í gjár var hon í Norðurlandahúsinum, men vildi ikki svara spurningum, um hon hevði logið.
Portal.fo hevur sum part av portalinum gjørt eitt nýtt rúm, sum tey nevna Blaðið, har pláss skal verða fyri longri greinum, sum liggja longur enn skjótu tíðindini, ið hvørva niðureftir eftir eini løtu.
Gestir: Jenis av Rana, landsstýrismaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóanis Nielsen, jn.fo og Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum.
Tøkningur: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig