Er pressan vorðin ov nærgangandi ella eru politikarar vorðnir ov erkvisnir?
Seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at politikarar alment finnast hvassliga at pressuni.
Tá spurningurin um til dømis gegni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskimálum leikaði harðast á, vildi fleiri politikarar vera við, at tað var pressan, sum hevði blást málið upp til ein trupulleika, sum tað í grundini ongantíð var.
Í vikuni langaði løgmaður út eftir Sosialinum á Facebook, har hann skrivaði, at hann kendi seg úthongdan og niðurgjørdan í oddagreinunum í blaðnum.
Seinni sama dag endurgav Vágaportalurin løgmann fyri at siga, at miðlarnir ofta eru ósakligir og liggja eftir fólki.
Í útvarpsstovuna at kjakast um evnið, eru Beintu Løwe Jacobsen, journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum, og Tróndur Djurhuus, vinnurekandi, varatingmaður fyri Framsókn og fyrrverandi journalistur og sjónvarpsstjóri.