Nógvum dáma væl hugnaligu jólini, og tey flestu pynta eitt sindur, keypa jólatræ og gávur.
Men summi hava ein brennandi áhuga fyri jólum. Ein av teimum er Ragna Mikkelsen. Hon elskar jólini, og hevur í nógv ár savnað nissur og annað jólaprýði.
Hvørt ár mitt í november verður heimið hjá Ragnu vaskað og ruddað, so pláss verður fyri fleiri hundrað nissum og øðrum vøkrum jólapyði. Tá alt er komið uppá pláss, eru húsini umskapað til ein annan heim.