- Eg hugsaði, at eg við hesum savninum skuldi draga samanum.
Soleiðis sigur Jóanes Nielsen millum annað í hesi samrøðuni, har hann eisini lesur tríggjar av yrkingunum í hansara tíggjunda yrkingasavni, sum kallast Rakkaljóð.
Í yrkingasavninum eru aftur fleiri yrkingar, har Jóanes Nielsen heilsar fólkum, sum eru farin, tí, sum hann sigur, hann hevur altíð verið hugtikin av deyðum fólkum. Ein teirra er Ebba Hentze, sum hann meistarliga heilsar við yrkingini 311846 - og samanber við Arethu Franklin.