Skal hon vera skrivað í nútíð ella í tátíð? Bæði hava sínar fyrmunir og vansar, tí annað leggur upp til eina nærveru, meðan hitt gevur aðrar møguleikar, sum nútíð ikki hevur.
Eisini skalt tú finna útav, um tað er ein eg-persónur, ið sigur søguna, ella um tú heldur vilt hava ein triðja-persón at siga frá tí, sum fer fram.
Millum aðrar vera hesir spurningar settir dagsins rithøvundum, sum eru Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Rakel Helmsdal.