- Tað ræður um finna andan í bókini.
Edvard Olsen er vorðin ein av okkara heilt stóru skaldsøgutýðarum. Hann hevur týtt stórar rithøvundar sum Sigrid Undset, Knut Hamsun og Johannes V. Jensen til føroyskt.
Sjálvur hevði hann ógvuliga trupult við at skriva, tá ið hann varð yngri. Hann var lærari í rokning og alisfrøði í nógv ár, men tá ið hann fór frá, kastaði hann seg yvir at týða.
- Málið er, at tað skal vera lættari hjá okkum at lesa bókina á føroyskum enn norskum ella donskum, sigur Edvard Olsen.