Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. "Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna" sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon ikki fær frið at nørast. Eitt er rotta, men ketta er eins stórt skaðadjór fyri ein fuglastovan, sum rotta. "Ketta tekur ikki bert egg og ungar, men vaksnan fugl, og tað er meira oyðandi fyri ein fuglastovn, enn rotta sum bert tekur egg og ungar" sigur Sjúrður Hammer. Í Svínoy og í Skúvoy hevur ongantið verið ketta, og í Nólsoy hava fólk kettu, men summi teirra hava hana bert inni. Frágreiðingin og tilmælið um, hvussu fyribyrgjast kann, at rotta spjaðir seg í Føroyum, verða almenn fyrst í september.