Nón

Simme er tann stóri slóðarin


Listen Later

Eg eri ógvuliga fegin, men hetta lá als ikki í kortunum tá, sigur Simme Arge Jacobsen, sum í vikuni fekk Heiðursgávu landsins fyri sítt slóðbrótandi virksemi fyri føroyskan popptónleik.
Og at Simme er slóðarin fram um aðrar eru Suni Merkistein og Bjørn Hentze Bech sannførdir um. Suni Merkistein gjørdu sendirøðina "Minnist tú enn?" um søguna hjá rútmiskum tónleiki í Føroyum, og Bjørn Hentze Bech ger sendingina Afturljóð, sum spælir og viðger eldri tónleik.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

NónBy Kringvarp Føroya