Bismarin

Skulu vit gevast at drepa grind?


Listen Later

Í øldir hava føroyingar dripið grind, og eins leingi hava tvøst og spik verið týdningarmikil kostur her á landi. Flestu føroyingar halda grind og grindadráp vera ein stóran og týðandi part av okkara søgu og mentanararvi. Seinnu nógvu árini er ágangurin uttaneftir tó vaksin í hvørjum. Og kanningar hava staðfest, at grindin er so dálkað av kyksilvuri og PCB, at hon rætt og slætt er vandamikil kostur. Tí eru summi, sum halda, at vit eiga at halda uppat at drepa grind. Lurta eftir sendingini her
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

BismarinBy Kringvarp Føroya