- Hetta er ein fiktionaliserað útgáva av Havnini, men tittulin er eisini ein tilsiping til leysasøgur, sigur Jón Thorsteinsson.
Havnin er karmurin um søgurnar í nýggja stuttsøgusavninum hjá Jón Thorsteinssyni: Søgur úr býnum. Hann brúkar hvørki staðarnøvn ella bygningar, men hann hevur fingið íblástur frá heilt ítøkiligum støðum, sum fólk møguliga kenna aftur.