- Vit fáa sjálvandi ikki tvingað nakran, men vit vilja eggja fólkum at taka við teimum ráðunum, sum eru í hesi hondbókini.
Soleiðis sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, sum hevur útgivið Handbók um gøtubygging: Soleiðis leggja vit gøtur.
Seinnu árini eru nógv fleiri farin at síggjast til gongu í fjøllunum - bæði eftir gomlum bygdagøtum og eftir nýggjum leiðum, sum ferðavinnan hevur varpað ljós á. Tað førir summastaðni til slit, og onkrastaðni eru roynir gjørdar at leggja nýggjar gøtur. Við misjøvnum úrsliti.