Listakvinnan Rannvá Mortensen hevur skrivað sítt fyrsta yrkingasavn, Sólsmakkur. Yrkingasavnið er um feminismu, átrúnað, politikk, samfelag og menniskja. Vit hava vitjað Rannvá, og vit seta allan tann fyrra tíman av til eitt prát - um yrkingasavnið, listina og lívið, tá tað gongur við og ímóti.
Nýggjur føroyskur podcastur við heitinum Plátuprát hevur sæð dagsins ljós. Tað eru tey bæði Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur, og Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, sum eru fólkini aftan fyri podcastin.