Tey flestu kenna til tað at missa ella til sorg, men tað er ymiskt, hvussu vit liva við sorgini. Mátin vit handfara sorgina uppá, hevur eisini broytt seg gjøgnum tíðirnar, sigur Margret Mortensen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterapeutur. Hon fór í 2012 undir at hava sorgarbólkar fyri vaksin.
Margret vísur á, at sorgin eisini kann broytast gjøgnum lívið, og tí leita fleiri sær hjálp í sorgarbólkum langt aftaná, at tey hava mist. Hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit minnast tey, ið farin eru, og tosa um sorgina.