Nógv fólk vóru samankomin, tá standmyndin av Elinborg Lützen varð avdúkað seinrapartin týsdagin. Dagurin byrjaði við at Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og síðani avdúkaði Brynhild Danielsen standmyndina. Elinborg var fastir Brynhild.
Síðani var farið í Spaniastovu, har røður vórðu hildnar, kvinnubólkurin Kata sang, og høvið var at fáa sær ein bita.
Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt standmyndina av Elinborg Lützen.
Í hesari reportaguni frá degnum hitta vit Brynhild Danielsen, Nils Ohrt, Hans Paula Olsen, Edward Fuglø og Albert Isfeld.