Vit fara ein biltúr við nýggja formanninum í felagnum Føroya Ellisakfør, Oliver Andreasen, sum sjálvur eigur ein silvurgráan Rolls Royce frá 1970 og ein Chrysler Imperial frá 1959 .
Hoyrið innslagið her
ES: Í innslagnum verður sagt, at gamli Bedford lastbilurin er elsta koyrandi akfar í brunninum, men tá kannað varð nærri, vísti tað seg at ein Ford A persónbilur frá 1930, sum koyrir, eisini heldur til har. So hesin er tann elsti. Elsta koyrandi ellisakfar í øllum landinum er ein Ford T persónbilur á Vatnsoyrum, sum er frá 1927.