Um eitt ár byrjar nýggj ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, ið skal skal gera tey lesandi før fyri at ráðleggja og fyriskipa tiltøk og sum heild kunna arbeiða innan føroysku ferðavinnuna. Men longu í heyst verður tó startskotið, tá tað fer at bera til at taka styttri ferðaleiðaraskeið.
Tá tosa verður um umhvørvisdálking, hugsa tey flestu helst um órudd, mikroplast ella oljulekar, ið dálka náttúruna og uttandura umhvørvi.
Men óljóð og larmur er eisini umhvørvisdálking, og tá er talan ofta um dálking, ið rakar og oyðileggur umhvørvið heima hjá fólkum sjálvum.
Á Signabø eru fólk so plágaði av larmandi skipum, ið liggja við bryggju, at tey hava handað eina klagu til borgarstjóran í havn, Anniku Olsen.
Tey allarflestu eru so ella so at finna á onkrum sosialum miðli, men geva vit okkum far um, hvussu hesir miðlarnir ávirka sálarheilsuna hjá okkum. Sálarfrøðingur rópar varskóð, tí hon heldur, at serliga ung fólk fáa eina skeiva mynd av veruleikanum.