Finnbogi Joensen í Vestmanna er ein eldsál og undangongumaður, tá tað kemur til umhvørvi og endurnýtslu. Í 20 ár hevur hann lært føroyingar um, hvussu vit eiga at taka okkum av móður jørð. Og Summartíð vitjar eisini flis.fo, sum endurnýtur runnar og trø.
Í sambandi við Sjómannadagarnar í Klaksvík letur Jákup Ziskason serliga minningargávu til Klaksvíkar Svimjihøll. Minningargávan er ein modell av sluppini, Ernestinu, sum fórst á Suðurlandinum í Íslandi í 1930. Níggju av 26 monnum doyðu í vanlukkuni, men tað var serliga einum djørvum manni fyri at takka, at fleiri ikki lótu lív.
Cannabis heilivágur verður eisini til viðgerðar. Bjarni á Steig, serlækni á medisinska depilinum, fer at greiða frá royndunum á Paliative eindini, har tey í eitt ár hava nýtt cannabis heilivág, í samband við linnandi viðgerð. Og Jógvan D Hansen, lærari í heimspeki hugleiðir um etisku tvístøðuna í júst hesum kjakinum.