Tráanin eftir einum lívi við gleði, leys av angist og trega og uttan at vera bundin av tablettum, alkoholi ella rúsevnum, hevur seinastu 10 árini fingið føroyingar í hópatali at fara á bíbliuskúla ella at leita sær hjálp hjá danska felagsskapinum Evangelist, har tey við bøn royna at basa trupulleikum.
Tiltikni prætikumaðurin, Christian Hedegaard, byrjar møtið á Hotel Hafnia við at minnast eina av fyrstu ferðum sínum í Føroyum.