Robottarnir koma! Sjálvkoyrandi bilar og tólmenni, ið taka sær av ymsum vælferðaruppgávum, eru beint um hornið. Tann fjórða ídnaðarkollveltingin er á veg, og intelligent tøkni fer at yvirtaka og broyta nógv, sum vit kenna - okkara gerandislív og okkara arbeiðslív.
Hvussu ávirkar alt hetta okkara samfelag; og hvussu fer fjórða kollveltingin at ávirka okkum sum menniskju? Tað eru spurningar vit viðgera í hesum tematýsdegi.