Fyri summi er bilurin amboðið, ið skal flyta teg úr einum staði í hitt, meðan bilurin fyri onnur er eitt listarverk og ein partur av lívsstílinum.
Og í dag lýsa vit bilin og bilmentanina úr ymiskum sjónarhornum, og vit byrja við einari nútíðarsøguligari frásøgn.
Brynhild Høgnadóttir er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon fer at útgreina í hvønn mun hugburðurin er broyttur, tá talan er um ferðslutrygd.
Nógv eru tey, sum pendla langar teinar til og frá arbeiði. Men í hvønn mun koyra fólk saman? Vit skifta orð við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen.