Hvussu lýsa vit tað góða summarið og hvønn týdning hevur ljósa árstíðin? Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Magnusi Gaard, lívfrøðingi, og Theodor Eli Dam Olsen, presti, fyrst í sendingini.
Hvussu halda vit røttu summarferiuna og hvussu nógvar samanhangandi vikur skulu vit halda frí í einum, eru millum spurningarar, ið vit seta Erlingi Fles, sálarfrøðingi.
Og hvør er søgan um summarfrítíðina? Tað útgreina vit saman við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, sum tað fyrsta í tí seinra tímanum.