2018 er lýst at vera ÁRIÐ FYRI MÁLMENNING HJÁ BØRNUM, og tí viðger Tematýsdagurin í Nón hetta evnið frá ymsum vinklum.
Vit byrja við at lýsa málmenning sum hugtak saman við Sissal Mariu Rasmussen, ið hevur granskað, hvussu føroysk børn málmennast.
Duga børnini í fólkaskúlanum nóg væl at orða seg á móðurmálinum. Tað viðgera Elin Henriksen, Oddfríður Marni Rasmussen og Rúni Bjarkhamar, sum eru lærarar.