Tíðarinnar bakspegil

Tíðarinnar bakspegil: 1976, seinri partur


Listen Later

1976 er eisini árið farið verður undir at byggja SMS í Havn og Vakstrarhúsið í Sandavági, eins og nýggi Skúlin á Trøðni, í Runavík og í Kvívík verða tiknir í nýtslu. Hetta er eisini árið legendariska orkestrið Goggan spælur til dans fyri seinastu ferð, stór mentanarstevna verður hildin í Føroyum, stóra skótalegan við Leynavatn skolar burtur í grimdaregni, Olympisku Summarleikirnir eru í Montreal í Canada, og maður, ið løgreglan steðgar fyri rúsdrekkakoyring, koyrir avstað við einum politisti hangandi í bilinum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Trónd Patursson, Svend Thulesen, John Richard Klakkstein, Trygva Laksafoss, Hallur Laksafoss, Roland Thomsen, Ditlev Olsen, Andrias Thomsen, Albert Isfeld, Hans Mortensen, og Kára á Lofti, eins og nýggjar samrøður við Even Skaalum og Gunnar Hoydal.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Tíðarinnar bakspegilBy Kringvarp Føroya