Tíðarinnar bakspegil

Tíðarinnar bakspegil: 1977, seinri partur


Listen Later

Fleiri nýggj skip koma eisini í føroyska flotan, teirra millum trolbáturin Margretha, rækjutrolararnir Orion og Sólborg, og ísfiskatrolarin Suðringur. Eisini hoyra vit um eldsbrunan umborð á V. U. Hammershaimb, eins og tá Star Firth fullfermd við eldgosøsku úr Íslandi fær ein sjógv. Í 1977 er ætlanin at leingja flogvøllin vesturi í Vágum, Tórshavnar Skipasmiðja skal byggja nýggja Ternu, Trolvirkið Vónin í Fuglafirði byggjur út, og á Oyrabakka verður tvær nýggjar føroyskar maskinur vístar fram: Ein kjálkaskerimaskina og ein agnmaskina. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Jóhan Niclasen, Jákup Haraldsen, Marjun Tummasarson, Niels Thomsen, Ásu Højgaard, Jóannes Jacobsen, Finnboga Hansen, Eiler Jacobsen, Petur Nolsøe, Mortan Johannesen, Atla á Plógv, Eyðbjørn Lervik, Finnboga Ísakson, Olaf Olsen, Poul Mohr, Fritleif Joensen, Jóhan Jacobsen, Trónd Sørensen, og Jens Erik Nielsen.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Tíðarinnar bakspegilBy Kringvarp Føroya