Í 2018 varð hátíðarhildið, at 100 ár vóru liðin, síðan sjónleikarar í Havn stovnaðu Havnar sjónleikarfelag. Ein partur av hesum var at fáa søguna um sjónleikin í Havn út í bók. Nú er hon komin.
Hoyr samrøðuna við Karin Djurhuus, fyrrverandi forkvinnu í Havnar sjónleikarfelag, og Erling Isholm, søgufrøðing, sum hava skrivað og ritstjórnað bókina.
Tey greiða millum annað frá, at søgan um sjónleikin gongur nógv longri aftur.