- Í stuttum er tað fyri, at vit kunnu tosa við einari felags rødd.
Tað sigur Dánjal á Neystabø, sum er formaður Tónleikasambandi Føroya, ið varð sett á stovn tann 1. mars. Tónleikasambandið er hugsað sum eitt meginfelag fyri øll tónleikafeløgini í Føroyum, eins og Ítróttarsamband Føroya er tað fyri ítróttin.
Leystliga mett fáast eini 3000 føroyingar við tónleik, og tað fyrsta sum Tónleikasamband Føroya fer í gongd er at lýsa og greina alt tónleikaøkið.