Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri, vil hava eina sendistovu í Jerusalem í Ísrael. Vanligt er at seta sendistovur á stovn við handilsligum áhugamálum fyri eyga. Men soleiðis er ikki við ætlanunum um føroysku sendistovuna í Jerusalem, tí Føroyar hava at kalla eingi handilssambond við Ísrael.