Fleiri av børnunum hjá Trinu fluttu til Amerika, og tey fyrstu ommubørnini vóru fødd har yviri um aldarskiftið. Trina fóra aftaná teimum, tá hon var 56 ára gomul, og tey búsettu seg øll í danska niðursetubýnum Junction City í Oregon fyrst í nýggju øldini.
Hon var eyðsýnd í nýggja landinum og vanliga nevnd Grandma Jacobsen í Junction City, men gloymdi kortni ikki føroyska upprunan.
Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.