Ta vit hava latið okkara burturkast í skrelliposan ella á endurnýtsluplássið, so hugsa vit ikki so nógv um tað meira, men aðrar hendur taka við, har okkara sleppa, og hesi fólk hugsa um, hvussu okkara rusk kann endurnýtast ella endurvinnast.
Luttakarar eru millum onnur Súsanna Berg, Óli Ó. Olsen og Jógvan Mørkøre, umframt onnur starvsfólk hjá IRF.