Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - Rusk


Listen Later

Í fjør endaðu 63 túsund tons av burturkasti á føroysku ruskstøðunum hjá IRF og á Kommunalu brennistøðini. Hetta er tilfar, sum vit føroyingar tveita burtur, og hjá flestu okkara er hetta tilfar burtur úr huganum, so skjótt tað er farið í ruskposan, ella tá vit hava verið á bingjuplássinum við tí.
Men ruskið er ikki horvið, og fyri tey, sum arbeiða við okkara burturkasti, letur ein heilur heimur seg upp, tá vit hava verið á bingjuplássinum við teimum lutum, vit ikki brúka meira.
Leinkja til føroysku burturkasttrappuna 
Luttakandi eru millum onnur Súsanna Berg og Jógvan Mørkøre frá IRF og Elsa Berg.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Umhvørvið og egBy Kringvarp Føroya