- Upplivingin hjá mær er eitt lítið sindur lunkað. Eg haldi ikki, at tað hepnast, sum tey hava sett sær fyri.
Soleiðis sigur Búi Egason Dam, sjónleikari og leikstjóri, um heildarupplivingina, tá ið hann sá Koronologar 2020 hjá Tjóðpalli Føroya.
Koronologar eru 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistarligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum - við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og fýra fotografum. Málið er at sameina palllist og filmslist.
Bert í fáum nøkrum eydnast tað, heldur Búi Egason Dam. Hoyr alla samrøðuna við hann her.