- Bøkur hansara eru rannsóknir inn í lívsins stóru spurningar. Í nýggju skaldsøguni Terningar er tema tann stóra og ófatuliga tilvildin, sum stýrir øllum.
- Carl Johan vendir og snarar málinum, og viðhvørt eru orð, sum tú ikki kanst sláa upp í nakrari orðabók, men tey hava sín førning kortini og føra lesaran inn í løgin landsløg og hendingar, sum viðhvørt bera á at vera surrealistiskar og krevja teg at ganga inn uppá hugskot, sum ikki sleppa tær aftur so skjótt.
Hoyr Guðruna Gaard ummæla skaldsøguna Terningar eftir Carl Johan Jensen.