- Tað er bara at loysa og fara út, tá ið hugurin og veðrið eru til tað. Eg fari, har eg vil, og eg eri úti so leingi, sum eg vil. Tað er eitt deiligt lív í so máta. Hetta er tað nærmasta tú kemur "the wild west".
Carl August Arge hevur burturav róð út í 10 ár. Hann roynir bara við snellu, og tí er hann ikki bundin at øðrum.
Hann letur sera væl at fiskiskapinum í løtuni. Hann fær einamest tosk fyri tíðina, og toskurin er góður.
Carl August selur meginpartin til uppboðssøluna, men so hevur hann eisini fast pláss á torginum í Vágsbotni.