Karin Kjølbro var saman við Jonu Henriksen, ein av fystu kvinnunum, sum varð vald beinleiðis í løgtingið í Føroyum fyri 40 árum síðani. Men longu í 1971 tók hon sæti á tingi sum varafólk. Men Karin Kjølbro var ikki bara undangongukvinna á politiska pallinum. Hon var eisini ein av fyrstu útbúnu sosialráðgevunum í Føroyum og fyrsti leiðarin av Kriminalforsorgini, sum hon bygdi upp, og starvaðist sum leiðari fyri til 2012, tá hon fór frá fyri aldur.