- Hetta kemur frá einum gomlum dreymi at hava mín egna víngarð, sigur Elsa Maria Holm Olsen, sum eigur Víngarðin, ein lítil vínbarr í Tróndargøtu mitt í Havnini.
Á veggjunum beint nú hongur list eftir eitt nú Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen. Kinna Poulsen velur út listaverkini, og ætlanin er at hava einar 6-7 nýggja framsýningar um árið.
- Eg havi kuraterað nógvar framsýningar í ymsum støðum, men eg hevði eisini ein sovorðnan dreym um at hava mítt egna listastað, sigur Kinna.