Vit kunnu so nógv meira

Vit kunnu so nógv meira - 5. partur


Listen Later

Fyri nøkrum árum síðan sat Magnus Fredrik Magnusson til arbeiðis, tá hann á telduni sá eina lýsing fyri einari bingju, sum kundi brúkast til at gera grønmeti. Hóast hann vanliga ikki hugdi eftir slíkum lýsingum, valdi hann kortini at trýsta á fyri at hyggja, og restin er í grundini søga. Nú stendur ein bingja á økinum omanfyri bygdina, har ætlanin var at gera ein víkingagarð, og gongur alt eftir ætlan, flytir fyritøkan, sum tá fer at telja fýra bingjur í grótbrotið í Sandavági. Magnus Frederik Magnusson greiðir okkum frá arbeiðsgongdini í grønmetisbingjuni.
Á Velbastað hitta vit Dánjal Pauli í Búðini, sum hevur yvirtikið trý festi í bygdini. Har hevur hann 20 neyt og 370 áseyðir og hann greiðir okkum frá teimum ætlanum, sum tey hava við festinum í bygdini.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Vit kunnu so nógv meiraBy Kringvarp Føroya