Tað byrjaði, tá leirvíkingurin, Jóannes Joensen, arbeiddi sum undirhaldari á Mallorca. Hetta var síðst í 90'unum.
- Tað kom so líðandi. Tá eg legði meg at sova um kvøldarnar, hoyrdi eg ymiskar røddir fyri mær. Eftir eina tíð blivu røddirnar óbehagiligar, tí tær søgdu ljót orð og tosaðu ikki altíð so pent um meg, fortelur Jóannes Joensen.
Men tað vóru ikki bara røddirnar, ið órógvaðu sinnið. Brádliga fór Jóannes Joensen eisini at síggja fyri sær og hava hvørvisjónir.
- Eitt kvøldið fór eg út á balkongina, og tá eg hugdi upp í himmalin, sá eg Freddy Mercury veittra til mín. Tá visti eg, at okkurt var heilt galið, sigur Jóannes Joensen.
Í Vegamótinum fortelur hann millum annað um, hvussu tað er at liva við sálarsjúkuni, og hvussu tað ávirkar gerandisdagin.
(Mynd: Savnsmynd)