Á quiztinum

Á quiztinum

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Á quiztinum episodes

  • Nýggjár á Quiztinum 2025
    Øll hava tey gjørt vart við seg í 2025.
    Sambandstingkvinnan Eydis Hartmann Niclasen og Ben Arabo, ið er formaður í nýskipanarnevndini hjá løgmanni, skipa samgongu móti fyrrverandi tingfólkunum, Beintu Løwe og Sólvit Nolsø, ið hava lagt hvør sína bók úr hondum í 2025.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    58 min
  • Jól á Quiztinum 2025
    Hvat veitst um jólini?
    Tú kanst royna tína vitan um jólini, tá vit halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ómøguligt, ið onkursvegna hevur samband við jólini.
    Jólahugnin og góði hýrurin eru eisini í hásæti, tá væluppløgdu luttakararnir fara at royna seg. Annað liðið verður mannað av Siri Súsonnudóttir Hansen og Eiler Fagraklett, ið eru millum mest jólaligu føroyingarnar. Hitt liðið er sett saman av Joanu Johansen og Ásbirni Bertholsen, ið eru lærarar á Tórshavnar Musikskúla. Og fyri sangarar, tónleikarar og tónleikalærarar eru jólini ein serlig høgtíð - og tað merkist aftur á Quiztinum.
    Gleð teg, tí tú kanst hoyra sendingina her!
    53 min
  • Nýggjár á Quiztinum 2024
    Tey hava á ymiskan hátt gjørt vart við seg í 2024. Elsa Berg, ið tekur við sum borgarstjóri í Havn 1. januar, og Silas Olofsson, sum hevur givið okkum fjølbroytt innlit í spennandi fuglalívið í Føroyum, manna liðið, sum kappast móti nýggja stjóranum á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, sum er í samgongu við Eyðun Klakstein, ið sjálvur annar knappliga gjørdist nýggjur venjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.
    58 min
  • Jól á Quiztinum 2024
    Tað er jólahugna og góður hýrur, nú vit fyri fyrstu ferð halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ivaleyst eisini ómøguligt, sum onkursvegna hevur samband við jólini.
    Og tað eru sjónleikararnir og systkini Hans og Súsanna Tórgarð, ið manna annað liðið, meðan hitt liðið verður mannað av systkinabørnunum, Ólavi Jakobsen, guitaristi, og Róki Jákupsson Jakobsen, sangar.
    53 min
  • Nýggjár á Quiztinum 2023
    Hvør minnist best, hvat hendi í 2023, veðurmenninir Andrias Klein Gregoriussen og Hanus Kjølbro ella miðlamenninir Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov. Hoyr spennandi kappingina, ið Gunnar Nolsøe skipar, og Rudolf Joensen dømir.
    57 min
  • Nýggjár á Quiztinum 2022
    Hýrurin er góður og spenningurin í hásæti, tá ið vit, á ein stuttligan og undirhaldandi hátt, spyrja um ymiskar hendingar í 2022.
    Og tað eru fýra ungar kvinnur, ið kappast á Quiztinum: Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, mynda annað liðið, meðan vertinnurnar á Gentuvesinum, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard mynda hitt liðið.
    55 min
  • Nýggjár á Quiztinum 2021
    Hýrurin er góður, tá ið tað, á ein stuttligan og undirhaldandi hátt, verður spurt um ymiskar hendingar í 2021. Og tað er formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd, Erhard Joensen, og dótturin Steintóra Erhardsdóttir, prestur, ið kappast móti løgtingskvinnuni, Ingilín Dirdriksen Strøm, og verfaðir hennara, Jógvani Páll Lassen, advokati.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    59 min
  • Nýggjár á Quiztinum 2020
    Tað eru Dagur & Viku vertirnir Barbara Holm og John Johannessen, ið kappast móti Margit Stórá, varastjóra á Landsjúkrahúsinum, og Pál Weihe, lækna, granskara og koronuráðgevara.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    59 min
  • Á Quiztinum - Finalan í Gamla Skúla í Sørvági
    Í stóru finaluni, sum fór fram í arkitektonisku perluni hjá Musikkskúlanum í Vágum, nevniliga Gamla Skúla í Sørvági, varð lagt út við samrøðu við Jákup á Stongum, arkitekti, sum hevur teknað framúrskarandi samanrenningina millum Gamla Skúla og nýggja bygningin, sum Jákup eisini hevur teknað. Síðani hittu vit leiðaran fyri Musikkskúlan í Vágum, Eirikur Skála, samstundis sum tríggir næmingar meistarliga framførdu hvør sítt stykki. Fyrst var tað 9 ári gamli Aron á Borg Holgarson, ið spældi klaver, síðani 12 ára gamla Anna Sofía Hentze, ið spældi kornett, meðan Holgar Johannesen, musikskúlalærari, spældi klaver, og seinasti næmingurin var Ranja Maria Tórfinsdóttir, ið er 14 ár og spældi tvørfloytu. Eisini her spældi Holgar undir.
    Og síðani varð skjøtil settur á spennandi finaluna millum blaðstjóran á Norðlýsinum, Jóhann Lutzen, og Emil Lisberg Jacobsen, kringvarpsmann, við annað borðið, og prestarnar Marjun í Kálvalíð og Bergtór Hjelm Bjarkhamar við hitt borðið.
    Tú kanst hoyra spennandi og fjølbroyttu finaluna her!
    1 hr 39 min

About Á quiztinum

From the publisher's feed

Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.