Vegamótið

Ættleiðingarnar hava kollvelt lívið


Listen Later

- Tað eru so nógv ting, sum eru annarleiðis, tá tú kemur heim til Føroya við einum ættleiddum barni, enn tá tú kemur av føðistovuni við einum biologiskum barni.
Fólk skulu fyrihalda seg á ein heilt annan hátt enn vanligt til tað nýggja, ættleidda barnið, og tað kann elva til fleiri truplar støður, sigur Barbara Brattaberg, sum umframt at hava ein biologiskan son eisini hevur ættleitt tveir dreingir úr Kina og Korea.
Tað er ógvuliga torført at greiða familju og vinfólkum frá, at tey skulu ikki taka barnið upp, sita ov nógv við tí, hjálpa til við at skfita blæur og so framvegis. Ættleidd børn skulu læra at knýta seg til nýggju foreldrini, og tað gera tey ikki, um onnur fólk eru til staðar alla tíðina, sigur Barbara Brattaberg.
Í sendingini Vegamótið fortelur Barbara Brattaberg, hvussu lívið er broytt, eftir hon og maðurin hava upplivað tvær rættiliga ymiskar ættleiðingar.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya