Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
May 07, 2025Kosovo-Føroyar, Jógvan Skeel NolsøeFøroysk hondbóltsdøming hevur brúk fyri eini kerligari hond heldur ein av okkara fremstu hondbóltsdómarum Jógvan Skeel Nolsøe....more10minPlay
May 07, 2025Hondbóltsupptakt KOS-FØR, Agnar PrestáAgnar metir, at føroyska liðið er væl betri enn liðið hjá Kosovo, men dysturin í Pristina kann tó gerast sera spennandi orsaka av villu áskoðarunum...more17minPlay
May 06, 2025Heilfluktarin 06.05.25, Ronnie Thomasen & Fróði Reinert Petersen vóru gestir...more1h 17minPlay
May 04, 2025Kórstevnan 2025Heili 17 kór og einri 6-700 kórsangarar úr øllum landinum luttóku á stevnuni. Umframt føroysku kórini luttók eisini eitt manskór úr Vestmannaoyggjunum. Danski kórleiðarin Margrethe Debel Christensen stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og allan dag.Kl. 16.00 var konsert, sum eisini var kapping millum kórini. Kórini fingu 7 minuttir í part at vísa, hvat tey í vetur hava arbeitt við. Í dómsnevndini sótu Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Tey komu til tað niðurstøðu at framførslan hjá Tarira var tann besta. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum. Á øðrum plássi kom Xperiment meðan Silvitni fekk triðu virðisløn.Eisini fingu áhoyrarnir á konsertini í gjár høvi at atkvøða um hvat tey hildu vera besta kórið. Flest atkvøður fekk Xperiment við Ásbjørn Berthelsen sum dirigenti.– Kórleiðarin og tónaskaldið Kári Bæk eftir konsertina heiðrað við einum Herðaklappi. Nevndin í Kórsambandinum grundgav soleiðis fyri hesum:Kári Bæk hevur í ein mansaldur arbeitt innan føroyskan tónleik og serliga kórtónleik. Sum kórleiðari, tónaskald og fyriskipari hevur hann ríkað tónleikalívið í Føroyum. Kári Bæk hevur verið kórleiðari í mong ár. Nevnast kunnu: Vestmanna sangkór, Cantus Borialis, Tórshavnar kamarkór og Tórshavnar manskór og Gentukórið Cantus, sum hann stovnaði saman við Joannu Johansen. Kári eigur stóran lut í menningini av kórsangi í Føroyum. Hann hevur ríkað føroyskan kórtónleik og nútíðar tónleik við hópin av verkum. Fleiri av hansara sangum eru standardverk í dag, sum nærum øll kór í Føroyum duga og syngja.Kári hevur í meira enn 10 ár verið formaður í Kórsambandi Føroya og hevur tískil m.a. verið við til at leggja lunnar undir kórstevnuna, sum vit nú kenna hana í dag. Kári stillaði ikki uppaftur til nevndina í Kórsambandinum á farna umboðsmannatingi.Fyri hansara stóra arbeiði kórtónleikanum at frama ynskir nevndin í Kórsambandi Føroya at veita Kára Bæk ”Herðaklappið 2025”....more2h 50minPlay
May 04, 2025Susan Berghamar - Hugleiðingar um Frælsisdag DanmarkarSusan Berghamar hugleiðir um Kristnastovu og um "Danmarks Befrielsesdag", dagurin tá 2. heimsbardagi endaði fyri Danmark við at nazistarnir yvirgóvu seg til teir sameindu....more18minPlay
May 04, 2025Prát Tóraldur Kollsker, Djóni Gaard Joensen og Kyndilsleikarar og venjarar...more36minPlay
April 30, 2025MAF tiltak. Cessna Caravan vitjar í BillundAndrew Djurhuus vitjar MAF tiltak í Billund. Føroyski flogskiparin Andrias Hansen var eisini á staðnum. Ein sera áhugaverd sending!...more1h 1minPlay