
Sign up to save your podcasts
Or


Landsbankin søkir eftir íløgurøktara. Vit vóru fram við í "Albert Hall" og prátaðu við stjóran Malan Johannesen um hvat starvið inniber o.a. hesum viðvíkjandi.
Politiskt orðaskifti um fosturtøkulógina. Í útvarpsstovuni vóru Hanna Jensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Hans Jacob Thomsen og Bárður á Lakjuni. Vertur var Andrew Djurhuus og teknikari var Símun J. Hansen.
Vit vóru til heiðurskonsertina fyri M.C. Restorff í Lívdini t. 26.10.25 og fingu orðið á høvuðspersónin umframt Terja Rasmussen, sum framførdi eitt lag á konsertini, og Jákup Bech Jensen, sum var við til at skipa og leiða konsertina. Stuðulsfelagið "PraiseHim" skipaði fyri konsertini.
Eg eri væl nøgd við mítt avrik í kappingarárinum.
Hoyr Maritu Mortensen tosa um hvussu tað gongur henni í danska felagnum Høj. Eisini um hvat hon heldur um at verja og at spæla móti føroyskum leikarum í donskum hondbólti.
From the publisher's feed
Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio