Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
November 02, 2023Rás 2 í Sarajevo 28.10.23Ein sera áhugaverd sendin úr miðbýnum í Sarajevo. Vit hoyra eisini Andrias Magnussen og Randi Hansen....more51minPlay
October 21, 2023Grímur Kamban minnisvarði avdúkaðurSøgnin sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, sum búsettust í Føroyum, men at víkingar úr Noregi róku teir burtur higani. Hetta sigur hin írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd). Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta sama mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er ongin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal hann vera komin higar umleið ár 825 e.k., og tað hevur verið hildið fram, at hann lendi í Funningi.Tað man vera gamalt hugskot í bygdini, at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban. Runavíkar kommuna seldi fyri nøkrum árum síðan nakrar ognir hjá gomlu Funnings kommunu, og fæið varð av býráðnum markað óskert til endamálið. Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, til tess at standa fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.Í nevndina vóru valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen.Verkætlanin er nú komin á mál, og úrslitið er ein standmynd úr basalti og bronsu, – staðsett innanfyri kirkjugarðin í Funningi.Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FuglArk hevur sniðgivið lendið....more57minPlay
October 19, 2023Framløgur um fosturtøkulógina í Skótahúsinum við Løkin18. oktober vóru framløgur um fosturtøkulógina í Skótahúsinum við Løkin. Miðflokkurin skipaði fyri, men tiltakið var alment. Rás 2 var á staðnum....more1h 44minPlay
October 16, 2023Móttøka av GadusVit tosað við Landstýrismannin, og fleiri. Eisini hoyra vit røður og sang í samband við móttøkuna av nýggja flakatrolaranum Gadus...more1h 21minPlay
October 16, 2023Upprokur frá Heystfagnadinum 2023Upprokur frá Heystfagnadinum á Eiði, 2023...more1h 52minPlay
October 13, 2023Heystfagnaðurin á EiðiPrát við ymiskt fólk á Eiði um Heystfagnaðin 2023. Andrew Djurhuus er vertur....more1h 34minPlay
October 12, 2023Støðan í ÍsraelBeinleiðis samrøða av Heiðavegi í Saltangará við ísraelska diplomat-serfrøðingin Shay Attias, Svenning av Lofti og Sjúrður Skaale.USC Center on Public Diplomacy skrivar soleiðis um Shay: As a firm believer in People's diplomacy to overcome shared global challenges, Shay is the President of "The Global Coalition for Citizen Diplomacy," a nonprofit that promotes the "global-citizenship peace initiative," operating in many countries around the world. For his public diplomacy life's work, Shay won the prestigious proclamation for his diplomatic achievements by the New York City Council (2012). Later, he won the annual recognition from Pennsylvania's House of Representatives for "bridging between people around the globe" (2018)...more1h 15minPlay
October 08, 2023Samøða vid Duritu Jacobsen úr ÍsraelSamrøða við Duritu Jacobsen, ið er stødd, saman við manninum í Ísrael, nú Ísrael er álopið av Hamas og fleirið hundrað menniskju hava latið lív. Durita og Maðurin royna at koma heim so skjótt sum gjørligt. Hoyr samrøðuna við hana....more36minPlay