Mikukvøldið 27. august í 1997 hevði Blur konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Konsertin, sum var partur av eini serligari konsertferð, verður av fleiri mett at vera hin størsta í Føroyum nakrantíð.
Aldrin áður hevur ein so stórur og aktuellur bólkur spælt í Føroyum.
Blur hevði júst givið út útgávuna Blur, har kenda lagið Song 2 var á.
Vit hava funnið upptøkur frá konsertini í útvarpssavninum. Upptøkurnar vórðu gjørdar til íslendskt útvarp, sum sendi beinleiðis; men tær eru aldrin sendar í Føroyum.