- Eg veit ikki, hvussu sjúkan hevur broytt meg, men tað hevur hon.
Árni M. Dam skal á Føroya løgting at sita, tað sum er eftir av hesum valskeiðnum.
Fyri 22 árum síðan bleiv hann brádliga so sjúkur, at hann hvørki kundi sita ella standa. Hann lá avlamin í vikur, hann kundi fyrst bara flyta eyguni, og útlitini vóru serstakliga ring, tí sjúkan var so sjáldsom.
Men hann kom fyri seg aftur og er nú klárur at taka eitt politiskt tørn á Føroya løgtingi.
Hoyr samrøðuna við Árna M. Dam.