Sprotin gav "Reyn kæra Reyn" út í 2023. Bókin er ein endurgeving av munnligu frásagnunum hjá Jørleifi Kúrberg sála um gomlu Havnina. Dóttirin, Randi Kúrberg, ritstjórnaði.
Forlagið Fróðskapur gav bókina um bumbuatsóknina út 18. september í 2022. Hans Andrias Sølvará setti sær við henni fyri at lýsa hendingina, kanningina aftaná og samanhangin.
Erling Isholm, doktari í søgu, og Eirikur Lindenskov, søgukønur ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, leggja bøkurnar á vágskálina.
Rúni Jákupsson lesur brot úr bókini um Reyn.