Lesivanakanningar frá 2017 og 2018 og frá 2020 og 2022 vísa, at børn og ung lesa lítið og onki í frítíðini.
Verður ov lítið lisið, mennist lesiførleikin ikki, og hetta kann skala evnini hjá næmingum at læra og ogna sær vitan.
Lydia Didriksen greiðir frá lesivanakanningunum, og Malan Eyðunsdóttir, lærari í H-deild, greiðir frá lesivanunum hjá næmingunum.
Ongin ivi er um, at netið og frítíðarítriv fara við nógvari tíð hjá teimum ungu, og at tey tí lesa minni, enn tey áttu.